Innanlands

Gera herverk í Hósvík

Enn einaferð er herverk framt á almenna vesið í Hósvík, sum nú fyribils er stongt

Almenna vesið í Hósvík er nú fyribils stongt (Mynd: Sunda.fo)

Almenna vesið í Hósvík er nú fyribils stongt (Mynd: Sunda.fo)

2020-02-12 15:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn einaferð kann kommunan staðfesta, at herverk er framt á almenna vesið í Hósvík. Tískil vesi nú stongt fyribils, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari í dag.

Kommunan sigur, at tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki við herverki á kommunalar bygningar, og í fjør var fleiri ferðir framt herverk á innbúgviði í almenna vesinum í Hósvík. Hesir skaðar eru umvældir. 

- Um vikuskiftið varð so aftur herverk framt, og tí kennir kommunan seg noydda at læsa bygningin fyribils.

Sunda kommuna vil fegin frætta frá fólki sum vita hvør tað er, sum kann hava framt herverkið. Tey verða biðin um at venda sær til kommununa á telefon 667271.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder