Mentan

Gekkahjólið dúgliga brúkt í kvøld

50.000 krónur og 20.000 krónur fóru til ávikavist Jónu Vilhelmsen og Ann Olsen. Síðst nevnda hevði annars 150.000 krónur á hondini, men endaði við minsta vinningi

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2022-11-04 21:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gekkurin byrjaði í kvøld heldur øðrvísi enn vanligt. Byrjað varð nevniliga við at Jóna Vilhelmsen, sum fekk fulla plátu síðsta fríggjakvøld, slapp at snara gekkahjólinum.

Hetta tí, at tekniskir trupulleikar vóru fyri viku síðani, tá gekkahjólið skuldi dragast.

Tá avtornaði kom Jóna Vilhelmsen úr Hoyvík á 20.000 krónur, men sum plástur upp á sárið, valdi Gekkurin at geva henni 50.000 krónur. Ikki so galið eitt fríggjakvøld í november.

Men hon var ikki tann einasta, sum slapp ígjøgnum við fullari plátu í kvøld. Tá komið varð til fjórða spæl var tað Ann Olsen úr Vestmanna, sum ringdi inn við rullari plátu. Hon valdi at deila vinningin í trý, so 750.000 krónur vóru í hvørjum leypi.

Í fyrsta snari lendi hon á 50.000 krónur sum gav henni heilar 150.000 krónur. Hon var djørv, og valdi at royna eydnuna tvær ferðir afturat, men tað eydnaðist ikki.

Tær 150.000 krónurnar endaðu niðri á 20.000 krónum.

- Tað er ikki nemt at vita hvat man skal gera, ásannaði Ann Olsen men takkaði fyri vinningin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder