Uttanlands

Gaza: Í minsta lagi 31 fólk deyð nærindis neyðhjálparmiðstøð í Rafah

Felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundation vísir tó aftur fráboðanirnar um ísraelsk álop

Kvinna verið eftir neyðhjálp í Gaza (Mynd: EPA)

Kvinna verið eftir neyðhjálp í Gaza (Mynd: EPA)

2025-06-01 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 31 fólk eru deyð, eftir at ísraelar lótu skot av nærindis einari neyðhjálparmiðstøð við Rafah í Gazageiranum, upplýsa myndugleikar í økinum.

Ymiskar fráboðanir eru um talið á deyðum og særdum, og álopið er ikki váttað frá óheftum keldum. Ísrael hevur heldur ikki viðmerkt fráboðanirnar um álopið, skrivar Ritzau.

Fyrr í morgun boðaði talsfólk hjá sivilverjuni í Gaza frá, sambært tíðindastovuni AFP, at tíggju palestinar vóru deyðir í álopinum, og at fleiri enn 100 onnur vóru særd.

Sagt verður, at álopið hendi nærindis einum staði, har felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundation (GHF) letur sivilfólki neyðhjálp, skrivar Ritzau.

Lokala deildin hjá Reyða Hálvmána upplýsir, at læknar hava tikið ímóti 23 líkum og hava vigjørt 23 fólk fyri skaðar í Rafah. Harumframt eru 14 palestinar eisini særdir við einari aðrari neyðhjálaprmiðstøð mitt í Gazageiranum.

GHF vísir tó aftur fráboðanirnar um álop nærindis teirra neyðhjálparmiðstøðum og leggur Hamas undir at koma við følskum upplýsingum.

GHF, sum er stuðlað av Ísrael og amerikonsku umsitingini, hevur verið fyri atfinningum m.a. fyri bert at veita neyðhjálp á fáum støðum í Gazageiranum, sum hevur við sær, at summir palestinar hava langt at ferðast til nærmasta neyðhjálparmiðstøð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder