Mentan

Ungdómsbókasavnið latið upp á Býarbókasavninum

Nú hevur ungdómurin fingið betri umstøður á Býarbókasavninum í Havn

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-09-22 17:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leingi hevur verið tørvur á, at ungdómurin fær meira pláss og betri umstøður á Býarbókasavninum í Havn, og í dag lat ungdómsbókasavnið upp.

Á ungdómsbókasavninum er, umframt eitt gott úrval av ungdómsbókum á bæði føroyskum, donskum og enskum, eisini rúm fyri borðspølum, lesikrókum, teknirøðum, umframt avbera góðar lestrarumstøður. Nógv ymisk tiltøk eru á skránni allan dagin í dag, skrivar Tórshavnar kommuna.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði í røðu í morgun, at tað var á jóansøku í fjør, at býráðið samtykti at gera arbeiðstøkusáttmála við byggifelagið Valaverk, um at gera nýtt ungdómsbókasavn, umframt at gera aðrar dagføringar á Býarbókasavninum.

- Nú arbeiðið er liðugt kunnu vit øll fegnast um nýggjar umstøður til ungdómin á býarbókasavninum. Tað er ikki so langt síðan, at nýtt leikasavn til tey smærri børnini og familjurnar lat upp á býarbókasavninum. Eitt slóðbrótandi tilboð, sum hevur fingið stóra undirtøku.

- Nú er túrurin komin til tey ungu, og tað hava vit í mentamálanevndini lagt dent á. Vit hoyra ofta, at tey ungu lesa ov lítið, at tey fáa alla informatión og alt undirhald gjøgnum skíggjarnar heldur enn úr bókini. Ja, kanska vit vaksnu eru farin sama veg. Nakað er um tað, men so einfalt er tað heldur ikki.

- Hetta nýggja og fjølbroytta ungdómsbóksavnið í sjálvum miðbýnum bjóðar øllum ungdómi innar, og tað er sjón fyri søgn, at hetta ungdómsbókasavnið fevnir um so nógv annað enn um bøkur. Hetta er eisini eitt stað hjá ungdómi at vera saman, at hanga út og at stuttleika sær. Eitt pláss mitt í býnum bara til tey, segði hann.

Annfinn Brekkstein segði seg vænta og vóna, at ungdómurin fer at taka væl ímóti nýggju umstøðunum og tilboðunum á Býarbókasavninum.

Fleiri myndir síggjast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder