2025-11-14 14:00
Eitt ógvusligt lop hevur verið á Grímsfjalli, vestantil á Suðuroynni millum eiðini í Hvalba.
Á Facebook-bólkinum Hvalbingar á Facebook eru myndir av lopinum, tiknar av Norðbergseiði. Talan er um eitt rættiliga stórt lop og eina rættiliga stóra urð undir berginum.
Myndirnar herundir eru av Facebook bólkinum. Tann síðsta er av Wikipedia og vísir bergið áðrenn lopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald