Tað eru tríggir handlar kendir frá SMS-samtakinum, sum nú hava latið upp í nýinrættaðum hølum í bygninginum, sum fyrr var heimstaður hjá timburhandlinum Pf. Borg, sum fyrr í ár flutti í nýggj og stásilig høli longur inni á fjørðinum.
Nú hava fólk í Runavík og bygdunum harumkring møguleika at fara inn í stásiliga handilsmiðstøð, har gerandisvørur eru at fáa í Bónus, sápur, smyrsl og alt møguligt annað, sum tú kanska ikki visti, at tú hevði brúk fyri, í Rumbul, klæði til hann og hennara í Skálki og so ber til at keypa sær ein skundverða í Sunset.
Við hesum tiltakinum eru lunnarnir lagdir fyri einum nýggjum miðstaðarøki í Runavík, har farið er undir at byggja 45 íbúðir í tveimum bygningum út móti sjóvarmálanum innast í Runavíkini.
Les eisini: Farin undir at byggja íbúðir við bryggjukantin í Runavík
Sera nógv fólk vóru til staðar, tá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjórin klipti sjórin fyri dyrnar inn til handilsmiðstøðina, ið hevur fingið navnið Bryggjan í morgun.
Jens Kr. Vang var til staðar og tók myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald