Innanlands

Sámal hevur skorið búmerkið við telduhjálp

Tá eiðisfólk hava verið á valið, verður atkvøðuseðilin latin í ein heilt serligan atkvøðukassa

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2026-03-26 17:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á valstaðnum í Kolshøll á Eiði hava tey ein sjáldsama vakran kassa at leggja atkvøðurnar í, tá tey hava greitt sína atkvøðu til løgtings-, fólkatings- og kommunuval.

Talan er um ein kassa, ið fyrstu ferð var tikin í brúk á løgtingsvalinum í 2019.

Maðurin, sum hevur gjørt kassan, er Sámal í Skorini, sum situr í lokala valstýrinum. Uttan fyri Eiðis bygd er hann meira kendur sum rektari á Studentaskúlanum og HF-skeiðinum á Kambsdali í nógv ár.

Skuldi finna okkurt at takast við

Pápi hansara var møbilsnikkari, so hetta, at evna lutir úr timburi, er ikki heilt fremmant fyri Sámal.

Tá hann fyri nøkrum árum síðani gjørdist óarbeiðsførur eftir ein blóðtøpp, skuldi hann finna sær okkurt at takast við, og ítrivið gjørdist at evna ting burtur úr træ.

Men Sámal er áhugaður í tøkni, so hann fór longur enn at skaffa sær høggijarn, hamara og sag. Hann skaffaði sær útgerð, so hann kundi skera motiv úr træ við hjálp av einum telduforriti. At hjálpa sær við hesum fekk hann vinmannin og starvsfelagan á Kambsdali, Jóannes Djurhuus, sum stendur fyri FabLab verkstovuni á miðnámsskúlanum har.

Við hjálp av hesi maskinu kundi Sámal skera út búmerkið hjá Eiðis kommunu, sum Øssur Egilstrøð upprunaliga hevur teknað, út í mahogni træ og sum prýðir framsíðuna á atkvøðukassanum.

Kirkjubøstól í stovuni

Hetta er ikki tað einasta, sum Sámal í Skorini hevur evnað við hjálp av nýggjastu teldutøknini.

Til dømis hevur hann evnað eitt eintak av einum av kirkjubøstólunum, sum Tjóðsavnið hevur í varðveitslu.

Sámal greiðir frá.

- Eg visti, at Tjóðsavnið hevur gjørt skanningar av kirkjubøstólunum. Tá eg spurdi um at kundi  lána eina fílu av hesum skanningum, vísti tað seg ikki at vera nakar trupulleiki.

- Eg fekk koordinatarnar, ið eru gjørdir av stólavanganum, sum ímyndar Matheus evantelist. Eg lovaði tjóðsavninum, at eg ikki hevði ætlanir um at gera nakað business burtur úr hesum, og lovaði teimum eisini, at tey skuldu fáa fyrsta kopi’ið, ið eg gjørdi.

- Tað eydnaðist mær at fáa maskinuna at gera tað, sum fílan segði, at maskinan skuldi gera. Eg havi gjørt trý kopi. Tjóðsavnið fekk tað fyrsta, tað næsta miseydnaðist, so tað varð vrakað, og tað triðja kopi’ið hongur í stovuni hjá mær, greiðir Sámal í Skorini frá.

Børnini kunnu nerta við fjøllini

Eitt triðja verk, hann hevur gjørt við hesi tøkni, er ein skurmynd av landslagnum norðast í Eysturoynni og Streymoynni. Í 2017 fleyg eitt flogfar yvir Føroyum og máldi allar hæddirnar á oyggjum, stakkum og drangum.

Sámal fekk koordinatarnar frá umhvørvisstovuni og hevur gjørt eina skurmynd av økinum kring Eiði, frá Risanum & Kellingini og suður gjøgnum Sundalagið.

Henda skurmyndin er latin Eiðis skúla, so at næmingarnir á skúlanum nú hava møguleika at nerta við fjøllini og landslagið kring Eiði. Skurmyndin er 180 ferðir 120 sentimetrar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder