
Leygardagin letur upp framsýning hjá Rannvá Holm Mortensen í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Heitið á framsýningini er Reki.
Listaliga virksemið hjá Rannvá Holm Mortensen er fjølbroytt og fevnir um um málningar, grafikk, installatiónir, readymades, relieff og kollasjur av ymiskum slag. Og júst kenslan av samanhangi er týdningarmikil partur av hesum verki antin tað snýr seg um viðurskifti millum menniskju, tað, sum er millum náttúru og menniskju, millum ymisk sløg av tilfari, millum partar og heild, millum okkum og upphav, men sum eisini kann nerta við ein poetiskan samanhang.
Seinastu gott og væl tjúgu árini hevur Rannvá Holm Mortensen sjálv og saman við øðrum tikið lut á hópin av listaframsýningum. Umframt at vera myndlistakvinna, arbeiðir hon eisini við tekstum, og hevur síðan debutsavnið Sólsmakkur (Sprotin 2018) givið út á bæði føroyskum og enskum. Harvið eru orð týdningarmikil partur av hennara listaliga amboðskassa. Reki er eitt serstakt orð við nógvum møguleikum.
Øll eru vælkomin á framsýningina, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 12. juli klokkan 15 til 17.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald