Í dag sendir danski tjóðbankin út tíggju- og tjúgukrónur við mynd av kongi út. Tað koma eisini nýggjar eitt-, tvey- og fimmkrónur.
Fert tú út at keypa við reiðum peningi í dag, so kann henda, at kongur er avmyndaður á myntunum, sum tú fært aftur.
Danski tjóðbankin hevur nevniliga sent nýggjar myntir út, har mynd av kongi er á. Talan er um 10- og 20-krónur.
Tá tað kemur til 1-, 2- og 5-krónur, som koma tær eisini út í nýggjum útgávum í tráð við at vit hava fingið kong sum ríkisovasta í staðin fyri drotning. Á hesum myntum verða ikki mynd av kongi, men í staðin fyri monogrammið – navnamerkið – hjá honum.
Einasta myntin, ið ikki kemur í nýggjari útgávu á hesum sinni, er 50 oyrað. Hetta tí at henda myntin ikki hevur nakað frámerki, sum hevur samband við sitandi ríkisovasta, skrivar dr.dk.
- Við nýggju myntunum halda vit fram við eini aldargamlari siðvenju at hava mynd av sitandi ríkisovasta á framsíðuni á teimum stóru myntunum. Vit fylgja eisini siðvenjuni fyri at bava ríkisvápnið, kongavápnið ella partar av hesum á myntunum, sigur ovasti kassameistari hjá tjóðbankanum, Niels Kaas.
Gomlu myntirnir við Margretu drotning og hennara navnamerki eru framvegis galdandi. Tí er tað ongin munur á um tað er móðir ella sonur, sum er avmyndað á krónunum, sum tú keypir við.
Nýggju myntirnir eru framleiddir av Real Casa De la Mondeai í Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald