Mentan

Myndir: Ulrike og Guðni heiðursdoktarar

Fríggjadagin var hátíðarløta í sambandi við 60 ára stovningardag Fróðskaparseturs Føroya

Guðni Þ. Jóhannesson og Ulrike Steuerwald saman við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Guðni Þ. Jóhannesson og Ulrike Steuerwald saman við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2025-09-15 21:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin 12. september var stórt hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, sum í ár er 60 ára gamalt. Og eisini vórðu tveir heiðursdoktarar útnevndir.

Merkini vóru vundin á stong uttan fyri Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju, tá stórt alment hátíðarhald var fríggjadagin í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í sambandi við 60-ára stovningardagin hjá føroyska universitetinum.

Á skránni vóru røður, útnevningar av heiðursdoktarum, klassiskur tónleikur og framløgur.

Tey, ið vórðu útnevnd heiðurstoktarar vóru Ulrike Steuerwald, barnalækna, og Guðni Þorlacius Jóhannesson, søgufrøðingur og fyrrverandi forseti Íslands.

Í grundgevingini fyri at útnevna Ulriku Steuerwald varð m.a. sagt, at hon í sínum granskingarvirksemi hevur kannað túsundtals føroysk børn, og ein megintáttur hennara hevur verið at greina menningarstigið av miðnervalagnum hjá teimum so neyvt, at tað kann brúkast til vísindaligar niðurstøður. Hetta hevur hon gjørt við merkisverdum nærlagni og toli. Ulrike hevur verið sera væl lýdd, og foreldur eru komin til kanningar við børnum sínum mangan bara við tí fyri eyga, at fáa júst hana at kanna tey. Ómetaliga orku og tíð hevur hon brúkt til at ráðgeva familjum við torskildum og ofta viðføddum sjúkum. Nakrar arvaligar sjúkur eru rárar úti í heimi, men vanligar hjá okkum, og fleiri slíkar hevur Ulrike lagt undir sín lupp við ovurhonds stórum virkisfýsni.

 Og um Guðna Jóhannesson varð m.a. sagt, at hann á starvsleið síni hevur sæð virði í útnorðursamstarvi og hevur saman við millum øðrum føroyskum søgufrøðingum verið við til at skriva felags søguna hjá londunum í útnorðri. Hann hevur givið út fleiri bøkur og greinir, bæði á íslendskum og enskum, um evni sum íslendsku toskakríggini, kalda kríggið, íslendsku fíggjarkreppuna og altjóða politikk.

Les røður og grundgevingar umframt fleiri myndir á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum

Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder