Innanlands

Myndir: Sirið Stenberg hitt Zelenskyj í Kyiv

Stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til er avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa. Tí fara vit í Føroyum enn meira miðvíst at raðfesta stuðul til Ukraina, sigur landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum (Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið)

2025-07-15 08:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár frættist, at landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg hevði verið í Ukraina og hitt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj saman við danska verjumálaráðharranum Troels Lund Poulsen, og Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur nú lagt myndir út frá vitjanini saman við einum tíðindaskrivi.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar, at landsstýriskvinnan á ferðini hevði høvi at greiða Zelenskyj og ukrainska verjumálaráðharranum, Rusten Umerov, frá, at landsstýrið fer at fáa til vega játtan at lata Ukraina føroyskt framleiddar skjóttgangandi bátar og somuleiðis, at landsstýrið er sinnað at finna onnur samstarvsøki, har Føroyar kunnu hjálpa Ukraina við at verja seg móti støðugum álopum.

Sirið Stenberg sigur, sambært tíðindaskrivinum hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, at stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa, og fara Føroyar tí enn meira miðvíst at raðfesta stuðul til Ukraina.

– Eftir at hava hitt umboð fyri stjórnina, vitjað vinnufyritøkur og heilsað upp ukrainskar hermenn, eri eg sannførd um, at føroysk fígging og førleikar hjá føroyskum fyritøkum kunnu gera veruligan mun, sigur hon.

Undir vitjanini í Kyiv hitti landsstýriskvinnan eisini Hermann Smetanin, ráðharra fyri strategiskan ídnað, og Oleksandr Kamyshin, forsetaráðgeva. Eisini varð steðgað á Frælsistorginum, har Sirið Stenberg vegna landsstýrið legði eitt silkiband í føroysku flagglitunum til minnis um tey falnu í krígnum, skrivar Uttanríkis- og vinnimálaráðið.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini hjá landsstýriskvinnuni, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lagt út:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder