Á Tjóðpallinum arbeiða tey í løtuni við leikinum ‘Holið’, ið er ein poetiskur klovnaleikur til vaksin og børn, har tað skemtiliga og tað álvarsama eru flættað saman í eini serstakari og kenslubornari leiklistarligari uppliving.
Á einum oydnum staði, sum ikki er til, hittast fimm ferðandi. Eingin leið er at hóma, og tað einasta, ið bindur tey saman, er holið í bátinum, sum má bøtast, fyri at tey kunnu halda fram.
Men hvussu bøtir mann eitt hol, sum kanska er meira enn bara eitt hol?
Meðan tey leita eftir eini loysn, stinga spurningar seg upp. Um hvørji tey eru. Um hvønn annan. Um felagsskap, ábyrgd og ynskið at hoyra til.
Holið er ein poetisk og skemtilig granskan av tí at vera menniskja, av tí, sum vit bera við okkum og holunum, sum vit royna at bøta.
Frumsýning verður á Tjóðpalli Føroya 14. apríl 2026. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni: www.tjodpallur.fo
Leikstjóri: Elmārs Seņkovs
Pall- og búnasniðgevi: Reinis Suhanovs
Ljóðsniðgevi: Heðin Ziska Davidsen
Ljóssniðgevi: Pól Pállsson Holm
Leikarar: Kristina Sørensen Ougaard, Kristina Sundar Hansen, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Búi Rouch
Tónleikur: Heðin Ziska Davidsen / Dánjal á Neystabø
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald