Innanlands

Fyrstu húsini í seinnu útstykkingini við Klingurstjørn verða bygd

Tað grør um gangandi fót á Argjum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-06-11 19:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv nýggj hús eru seinastu árini bygd við Klingurstjørn á Argjum, og nú verða fyrstu húsini í seinnu útstykkingini bygd.

Seinna útstykkingin umfatar 45 grundøki. Økið er nú matrikkulerað, byggiloyvini verða avgreidd so við og við og fólk eru nú farin undir at byggja.

Talan er um økið vestan fyri skúlan á Argjahamri uppi yvir Glyvursvegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder