Uttanlands

Fyrstu ferð at hald er lagt á kokain við innkomu til Svalbard

Hassj var eisini í viðførinum hjá manninum, sum ikki slapp snikkaleysur famvið løgregluhundinum Trygve. Ferðafólki skal við einari bót á umleið 8.000 krónur

2025-05-04 13:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er hald er lagt á kokain við innkomu til Svalbard. Hetta kann Svalbardposten nú staðfesta.

Oyggjabólkurin í Noreg er meira kendur fyri kulda enn fyri brotsverk.

Tað var norska tollvaldi, sum í gjár fann nakað av kokaini í viðførinum hjá einum manni, sum var lendur í Longyearbyen.

Rættari sagt var tað ein hundur, sum avrikaði hetta.

Lokalblaðið skrivar, at tað var rúsevnishundurin Trygve, sum fann bæði kokain (0,4 gram) og 17 gram hash-

Loyvi er ikki til tess, og maðurin játtaði seg eisini sekan. Hann fekk eina bót á 12.500 norskar krónur, sum svarar til umleið 8.000 danksar krónur, skrivar tv2.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder