Innanlands

Fyrsta OL-gullheiðursmerkið til Bermuda

Flora Duffy úr Bermuda vann í nátt gull í triathlon

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-27 09:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá 33 ára Flora Duffy í nátt kom fyrst á mál í triathlon kappingini fyri kvinnur, gjørdist tað ein søguligur sigur, tí tað var fyrsta ferðin, at oyggjaríkið Bermuda við 63.000 íbúgvum vann gull á olympisku leikunum.

Flora Duffy vann kappingina framman fyri Georgia Taylor-Brown úr Bretlandi og Katie Zaferes úr USA.

Frammanundan var Bermuda longu tann minsta tjóðin, sum nakrantíð hevur vunnið heiðursmerki á olympisku summarleikunum, skrivar BBC. Tað var tá Clarence Hill í 1976 vann bronsu í nevaleiki.

Nú er Bermuda eisini minsta tjóðin, ið hevur vunnið gull.

Flora Duffy hevur nú umboðað Bermuda á fýra olympiskum leikum. Hon luttók fyrstu ferð í Beijing í 2008.

Bermuda er ein av londunum, sum eru við til IIGA oyggjaleikirnar, men Flora Duffy, sum var favorittur at vinna OL-kappingina, hevur – vistnokk – ikki luttikið á oyggjaleikum fyri Bermuda.

Á seinastu oyggjaleikum, í Gibraltar í 2019, var tað føroyska Súsanna Skylv Sørensen, sum vann triathlonkappingina fyri kvinnur.

Liktinstein er framvegis minsta tjóðin, ið hevur vunnið OL-gull. Men tað var til vetrarolympisku leikirnar. Lítla fjallalandið í Alpunum hevur vunnið tilsamans tíggju OL-heiðursmerki, øll í skíðing, tvær gull, tvær silvur og seks bronsu.

Gullheiðursmerkini vann Hanni Wentzel í Lake Placid í 1980, í slalom og stórslalom.

(Tekstur rættaður kl. 1331 - viðvíkjandi OL-heiðursmerkjunum hjá Liktinstein)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder