Mentan

Fyrsta føroyska rís ølin

OY er komið við nýggjari øl í dós

(Mynd: OY)

(Mynd: OY)

2022-10-14 16:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Øl frá OY hevur seinastu tíðina bara verið at fingið á skeinkistøðum og ikki í dós, men nú er aftur ljós í Sjoppini hjá lítla bryggjarínum á Hálsi í Havn.

Og nú OY aftur er at fáa í dós, er ein nýggj vøra á hillini. Talan er um fyrstu føroyska rís ølina, og hon hevur fingið navnið Pill av Snar. Navnið á pilsnararnum sipar til føroyska kelinavnið fyri hund, Snar.

Sagt verður, at umleið ein triðingur av rávøruni er rís, og at ølin er góð afturvið fiski og sushi.

Pill av Snar er løtt og frísk við 4,4% alkohol.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder