Á middegi í morgin verður sjøtul settur á arbeiðið at gera nógv umrøddu tunlarnar Norður um Fjall. Tá byrjar arbeiðið at gera arbeiðsvegir til komandi tunnilsmunnarnar.
Landsverk skipar hátíðarhaldi fyri innbodnum í Ánunum, har annar tunnilin, Árnafjarðartunnilin fer inn.
Arbeiðið sum verður mett at taka fýra ár, fevnir um tveir tunlar. Annar úr Ánunum til Árnafjarðar, og hin úr Árnafirði og til Norðdepil.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/02/07/890x590/1612715522elebau5k0a.jpg)
Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur og níggju metrar breiður.
Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi. Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar afturat av nýggjum vegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald