Innanlands

Fyrsta altjóða familjuguðstænastan verður 2. hvítusunnudag í Klaksvík

Tað er við integratiónsprestinum Marjuni Lómaklett. Alt gongur fyri seg á enskum, og tað er mest ætlað tilflytarum, ið ikki hava føroyskan uppruna

Marjun Lómaklett, her á Skarði (Mynd: Fólkakirkjan)

Marjun Lómaklett, her á Skarði (Mynd: Fólkakirkjan)

2021-05-21 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. hvítusunnudag, mánadagin 24/5, klokkan 14 byrjar tann fyrsta sokallaða altjóða familjuguðstænastan, har alt gongur fyri seg á enskum.

Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari

Guðstænastan verður í Klaksvík, og tað er við Marjuni Lómaklett. Hon byrjaði í starvinum sum integratiónsprestur 1. februar, og síðani hevur Marjun sett seg meira inn í tilflytaraumhvørvi.

Guðstænastan er fyrst og fremst ætlað familjum, ið ikki hava føroyskan uppruna. Fleiri slíkar verða kring landið í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder