Fyrrapartarnir á FM1 fara í summar at verða fyltir við lívi og hugna.
Heri Wang Danielsen verður vertur fyri nýggjari fyrrapartssending á FM1, sum verður send týsdag, mikudag og hósdag frá klokkan 10-12.
- Hetta verður ein sending við evnum, samrøðum og føstum táttum umframt livetónleiki hósdagar, sigur Heri Wang Danielsen.
- Tað verður gott lag og lurtarin er eisini stórur partur av sendingini, leggur hann afturat.
Byrjað verður í morgin týsdagin klokkan 10, og tá verða evnini próvtøkutíð hjá miðnámsskúlanæmingum og hægri lesandi umframt at prátað verður um HM.
Lurta á fm1.fo ella á frekvensunum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald