Innanlands

Fýra staðfest positiv 1. jóladag

Trý eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir, men tað er í løtuni óvist, hvussu fjórði persónurin er vorðin smittaður

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-12-26 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 1. jóladag, vórðu fýra persónar staðfestir positivir, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Trý teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann fjórði persónurin býr í Føroyum, men tað er í løtuni óvist, hvussu viðkomandi er blivin smittaður. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.

Samstundis eru fýra persónar staðfestir frískir aftur seinasta samdøgrið, og talið á positivum í løtuni er sostatt óbroytt.

Tilsamans hava nú 571 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og av teimum eru 530 staðfestir frískir aftur. Sostatt eru 41 persónar positivir í løtuni.

Í gjár vórðu 828 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 193.753 kanningar gjørdar í Føroyum.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 153 eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder