Innanlands

Fýra smittutilburðir í beint yvir 1.000 kanningum

Allir tilburðirnir, sum vórðu staðfestir í kanningunum í gjár eru partur av kendum smittuketum. 64 persónar er smittaðir við koronu í løtuni - ein er innlagdur

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-12-30 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð kunngjørt, at 19 nýggir koronatilburðir vóru. Í dag er talið væl lægri.

Heilsumálaráðið hevur júst kunngjørt, at fýra tilburðir vórðu staðfestir í teimum 1060 kanningunum í gjár. Nú eru næstan 200.000 koronakanningar gjørdar í Føroyum - 197.487.

Boðað verður frá, at allir tilburðirnir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Tilsamans hava nú 605 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 64 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

Fyrstu skamtirnir við koppseting verða givnir klokkan 13 í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder