Innanlands

Fýra persónar handtiknir fyri skottilburðin í Uppsala

Í morgin skal støða takast til um tann eini, sum svenska løgreglan heldur er sjálvur skjúttin, skal varðhaldsfongslast

Svenska løgreglan til staðar tætt við hárfríðknarstovuna, har ungu fólkini vórðu funnin dripin (Mynd: EPA)

Svenska løgreglan til staðar tætt við hárfríðknarstovuna, har ungu fólkini vórðu funnin dripin (Mynd: EPA)

2025-05-04 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý fólk lótu lív, tá skot fullu í miðbýnum í Uppsala týsdagin. Talan var um ung fólk - í aldrinum 15 til 20 ár.

Les eisini: Tríggir persónar skotnir til deyðis í Uppsala

Ein persónur undir 18 ár varð handtikin sama kvøld. Viðkomandi er framvegis í varðhaldi, og tað eru tríggir aðrir eisini.

Løgreglan arbeiðir útfrá, at tað er ein persónur, ið skeyt, meðan onnur hjálptu á ymiskan hátt. Persónurin, sum er undir illgruna fyri at hava skotið og dripið, er í tjúgunum.

Tað er í morgin, at støða skal takast til, um viðkandi skal varðhaldsfongslast í eina tíð. Hetta hevur ákæruvaldið í dag mælt til.  

Tað skrivar stóri svenski miðilin SVT

Fleri ósvaraðir spurningar eru framvegis, men løgreglan og ákæruvaldið eru nú nærri einum svari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder