Innanlands

Fýra løgtingsgrannskoðarar valdir

Hetta eftir lutfalsvali. Fróði Magnussen, Erhard Joensen, Jóhannis Joensen og Bjørg Brynhildardóttir Egholm skulu millum annað leggja landsroknskapin fyri Løgtingið

2026-04-21 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgtingið: Tá ið nýtt Løgting er valt, velur Løgtingið fýra løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali. Løgtingsgrannskoðararnir, sum vóru valdir í gjár, eru:

Fróði Magnussen fyri Fólkaflokkin
Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin
Jóhannis Joensen fyri Javnaðarflokkin
Bjørg Brynhildardóttir Egholm fyri Tjóðveldi

[object Object]

Uppgávan hjá løgtingsgrannskoðarunum er m.a. at leggja landsroknskapin fyri Løgtingið, saman við sínum viðmerkingum. Løgtingsgrannskoðararnir kunnu eisini áleggja Landsgrannskoðanini at gera frágreiðingar um viðurskifti, ið tey vilja hava lýst.

Nýggjur formaður er Fróði Magnussen og næstformaður er Erhard Joensen.

Sí eisini: Nevndirnar eru nú ásettar (yvirlit)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder