Innanlands

Fýra grundstykkir í Nólsoy til sølu seinnapartin

Av teimum sjey grundstykkjunum, sum vórðu stykkjaði í fjør, vórðu bert trý lutað út, og tí hevur Tórshavnar kommuna nú lýst tey til sølu – Stykkini eru øll 500 fermetrar til støddar

Nólsoy (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Nólsoy (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-19 12:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fjør stykkjaði Tórshavnar kommuna út sjey grundstykkir í Nólsoy og skipaði fyri almennum lutakasti. Trý grundstykki vórðu lutað út millum tey, ið høvdu meldað seg til, og hini fýra grundstykkini eru enn tøk, og verða tey tí lýst alment til sølu.

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verður boðað frá, at grundstykkini kunnu keypast frá seinnapartinum í dag klokkan 16.

Tey, sum ynskja eitt grundstykki, kunnu senda kommununi ein teldupost, har navn, bústaður, føðingardagur, og matrikkulnummar verður upplýst.

Grundstykkini verða strikaði á heimasíðuni í tí raðfylgju, teldupostar verða móttiknir, skrivar kommunan.

Talan er um matrikklarnar 159l, 159k, 159n og 159h.

[object Object]

Grundstykkini eru øll um 500 fermetrar til støddar. Tey eru ikki planerað, men vatn-, spillvatns- og streymleiðingar eru lagdar til hvørt stykki. Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder