Løgreglan eftirlýsti í gjár ein svartan vørubil, sum var horvin av parkeringsplássinum við Tórsbreyt í Havn millum fríggjadagin seinnapart og seint sunnukvøldið, og tað gekk ikki lang tíð, so varð bilurin funnin aftur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at onkur boðaði løgregluni frá, at tey høvdu sæð ein líknandi bil í Hoyvík, og tað vísti seg at vera eftirlýsti bilurin.
Bilurin hevði ikki fingið nakran skaða. Men ógreitt er framvegis, hvør tók hann, og hvussu viðkomandi hevði fingið fatur á lyklunum.
Tað var stutt eftir klokkan 22.30 í gjárkvøldið, at løgreglan eftirlýsti bilin á Facebook, og stutt fyri midnátt boðaði løgreglan frá, at bilurin var funnin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald