Innanlands

Fult á hædd við matstovurnar, sum berjast um at vera næstbest í Føroyum

Spennandi er nú um smakkdómarar frá altjóða matstovuguide’unum nýta høvi at ferðast til ella úr Føroyum sjóvegis, so teir eisini fáa eyguni upp fyri siglandi borðreiðingini í Munkastovu

2021-04-25 20:50 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Í vikuni høvdu partar av føroyska miðlaheiminum høvi at royna matin í Munkastovu í sambandi við at Smyril-Line hevði boðið starvsfeløgum í øðrum matstovum og hotellum í landinum umborð at síggja umbygda skipið.

Munkastova er matstovan sum áður hevði navnið Simmer Dim.

Og standardurin á matinum kom óvart á – serliga okkum, sum ikki hava havt høvi at njóða ein betri bita umborð á Norrønu í fleiri ár.

Janus Einar Sørensen, køksleiðari, borðreiddi við eini máltíð við fimm rættum, ið bóru prógv um høgan standard.

Forrættirnir vóru ráar jákupsskeljar við súreplum og stikkulsberjasós – sera frískligt. Síðan kom gravaður laksur við ronkelsisrognum á sagogrýnum og havtaska við leykasúpan. Høvuðsrætturin var krúna av íslendskum lambi saman við rót. Omaná var hvítt sjokolátaskúm.

Sera væl úr hondum greitt. Gestirnir umborð hava møguleika at velja millum tríggjar, fimm ella sjey rættir, tá teir bíleggja eina kvøldarmáltíð umborð á Norrønu.

Spennandi er nú um smakkdómarar frá altjóða matstovuguide’unum nýta høvi at ferðast til ella úr Føroyum sjóvegis, so teir eisini fáa eyguni upp fyri siglandi borðreiðingini í Munkastovu, tí henda matstovan er fult á hædd við matstovurnar, ið berjast um at vera næstbest í Føroyum í Føroyum eftir Koks.

Les meira ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder