Innanlands

Fuglatúrur við Silas Olofson fram við Sandsvatni

3. august verður skipað fyri fuglatúri við Sandsvatni

2025-07-13 12:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 3. august verður aftur skipað fyri fuglatúri við Silas Olofson.

Seinasti fuglatúrur var við Gróthúsvatn á Sandi, og hesa ferð verður farið fram við Sandsvatni.

Túrurin tekur umleið tveir til tríggjar tímar, skriva fyriskiparar.

– Vit byrja við Meginskúlan og ganga heim eftir eystanfyri Sandsvatn, ígjøgnum Traðir, og oman til Mølheyggarnar. Niðri á Sand fáa vit kaffi og okkurt gott afturvið. Aftaná koyrur bussur innaftur til Meginskúlan.

Til ber at tekna seg til túrin á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder