2025-05-02 09:39

Í dag hava 33.024 persónar fingið frítíðarløn.
Taks upplýsir, at í alt eru útgoldnar 565.289.843 krónur í frítíðarløn. Hetta er 20 milliónir krónur meira enn í fjør.
Frítíðarlønin hjá tímaløntum er 12 prosent av tí, sum tey hava tjent. Arbeiðsgevarin rindar henda prosentpart á frítíðarkontu hjá TAKS, samstundis sum hann flytur vanligu lønina.
Hjá mánaðarløntum er frítíðarlønin ein vanlig mánaðarløn umframt eitt frítíðarískoyti á 1,5 prosent av teirri løn, sum tey hava tjent í innvinningarárinum. Arbeiðsgevarar umsita og útgjalda sjálvir frítíðarískoytið. Vanliga verður tað útgoldið saman við lønini í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald