Innanlands

Frikadellupylsur verða afturkallaðar

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar móti frikadellupylsuni hjá Coop

Frikkadellupylsurnar frá Coop

Frikkadellupylsurnar frá Coop

2018-08-06 10:41 Author image
Oda Strøm
placeholder

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar nú móti frikadellupylsu-páleggi frá Coop.

Frikadellupylsan er seld í Føroyum, og orsøkin til, at frikadellupylsan verður mett at vera óegnað til matna, er, at gassgerð er í pakkunum, og hetta týðir á óætlaðan mikroorganismuvøkstur.

Vøran, sum verður afturkallað, er 120 gramm netto, og haldførið er best til og við 28. august í ár.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki til at lata vøruna aftur, har hon er keypt, ella at beina vøruna burtur.

placeholder
placeholder