Uttanlands

Fríðrikur kongur og norska krúnprinsessan nevnd í nýggjum Epstein-skjølum

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit hevur biðið um umbering, men danska kongshúsið sigur, at Fríðrikur kongur hevur ongantíð hitt Jeffrey Epstein

Fríðrikur kongur á vitjan í Koltri í fjør (Mynd: Kongshúsið)

Fríðrikur kongur á vitjan í Koltri í fjør (Mynd: Kongshúsið)

2026-01-31 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár almannakunngjørdi amerikanska løgmálaráðið nýggj skjøl, sum hava tilknýti til málið um Jeffrey Epstein, og bæði Fríðrikur kongur og norska krúnprinsessan, Mette-Marit eru nevnd í skjølunum.

Sambært norskum miðlum verður Mette-Marit krúnprinsessa nevnd fleiri hundrað ferðir í skjølunum. M.a. eru teldupostar um eina ætlaða vitjan hjá krúnprinsessuni á bústaðnum hjá Epstein í Palm Beach í Florida, har hon búði í fýra dagar í 2014.

Norska kongshúsið hevur annars áður upplýst, at krúnprinsessan einki samband hevur havt við Epstein síðan 2013. Upplýst verður nú, at Mette-Marit krúnprinsessa lænti bústaðin gjøgnum felags vinfólk, og at hon búði har saman við einari vinkonu.

– Eg má taka ábyrgdina av, at eg ikki kannaði bakgrund hansara betri, og at eg ikki var nóg skjót at skilja, hvat slag av menniskja hann var, sigur norska krúnprinsessan í skrivligari fráboðan.

– Eg visti vánalig dømievni og angri, at eg yvirhøvur hevði samband við Epstein. Tað er rætt og slætt pínligt. Eg ynski at vísa mína djúpastu samkenslu við ofrunum av áganginum hjá Jeffrey Epstein, skrivar hon m.a.

Fríðrikur kongur verður fyrstu ferð nevndur í einum telduposti frá mars 2012 frá bretska ríkmanninum Ian Osborne, sum var samstarvsfelagi hjá Epstein.

Í teldupostinum verður Fríðrikur kongur bert umrøddur sum "krúnprinsurin". Tað stendur, at Osborne var í Keypmannahavn og skuldi hitta krúnprinsin. Um teir nakrantíð hittust er ógreitt. Tað framgongur ikki í skjølunum og Kongshúsið ynskir ikki at upplýsa, um teir hitust ella ikki.

Seinni í 2012 sæst kongur aftur í skjølunum, hesa ferð saman við skrivara sínum á einum lista yvir luttakarar á einum døgurða, har 21 onnur skuldu luttaka. Tað er ógreitt, um teir luttóku.

Í einum telduposti frá oktober 2013 varð kongur aftur umrøddur. Tað snýr seg um eina minniskonsert hjá symfoniorkestrinum í Jerusalem.

Telduposturin er sendur til Epstein frá Frederic Chaslin, tónasmiði og diregenti, sum nevndi, at hann hevði sama navn sum "prinsurin", tí mamma hansara kom úr danskari familju. Sambært Ritzau skuldi táverandi krúnprinsurin eftir ætlan til konsertina.

Kongshúsið upplysir fyri Ekstra Bladet, at Fríðrikur kongur ongantíð hevur hitt Jeffrey Epstein.

í 2008 játtaði Epstein at hava rindað fyri kynsligar tænastur frá einari gentu undir 18 ár, og fekk hann 13 mánaðar fongsulsrevsing.

Í 2019 varð hann varðhaldsfongslaður fyri kynsliga misnýtslu av børnum og menniskjahandli. Hann noktaði seg sekan men náddi ongantíð at verða rættarsøktur í málinum, av tí at hann doyði fyri egnari hond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder