Innanlands

Fremmandur maður í húsinum

Tá ein húsaeigari í Haldórsvík kom til hús eftir døgurða í gjár, slapp ein ókendur maður sær til rýmingar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-01 07:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 13 kom fráboðan úr Haldórsvík um at ein ókendur maður var inni í húsum hjá fráboðaranum.

Tá fráboðarin kom til hús, slapp hesin ókendi maðurin sær til rýmingar.

Hundapatrulja var send á staðið. Ein slóð var at elta, men tá komið var til eina á, hvarv hon.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini fær í morgun ikki upplýst um nakað er stolið, men tað er í øllum førum greitt, at ókendi maðurin einki hevði at gera í húsunum.

Um onkur í Haldórsvík heldur seg hava lagt merki til eitthvørt ella veit um okkurt í hesum sambandi, vil løgreglan fegin frætta á telefon 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder