Í fjør fór Geytin til Mariu Winther Olsen fyri stuttfilmin "Halt um meg". Hvør man gerast vinnarin av gyltu standmyndini í 2026? Og ikki at gloyma Áskoðaravirðislønini, hvørs upphædd er størri enn nakrantíð.
Tey, sum ynskja at vera við í kappingini um Geytan skulu senda ein film inn áðrenn á midnátt 12. januar.
Geytin verður handaður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 28. februar, har nýggir føroyskir stuttfilmar eisini verða sýndir.
Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Vinnarin av Geytanum fer av stað við einum gyltum Geyta og einari virðisløn á 40.000 krónur, ið er latin av Runavíkar kommunu.
Eisini er vert at leggja til merkis, at eitt sindur meira stendur upp á spæl í ár undir atkvøðugreiðsluni millum áskoðararnar á kvøldinum. Atkvøðugreiðslan verður nevnliga avgerandi fyri, hvør fer avstað við Áskoðaravirðislønini, til økta virði á 40.000 krónur, latið av Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald