Uttanlands

Franska løgreglan: Talan er møguliga um eldásetan

Eldurin í Saint-Pierre-et-Saint-Paul kyknaði í trimum ymiskum støðum, og málið verður nú kannað

Soleiðis sá dómkirkjan út í morgun (Mynd: EPA)

Soleiðis sá dómkirkjan út í morgun (Mynd: EPA)

2020-07-18 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franska løgreglan kannar nú, hví eldur kom í søguligu dómkirkjuna í Nantes leygarmorgunin.

Sambært lokala akærumyndugleikanum, er tað ikki útilokað, at talan er um eldásetan.

Eldurin kyknaði tíðliga í morgun, og fleiri enn 100 sløkkiliðsfólk vórðu send á staðið. Tá klokkan var umleið níggju, hevði sløkkiliðið fingið tamarhald á eldinum.

Les eisini: Aftur eldur í franskari dómkirkju

Sambært Ritzau kyknaði eldurin á trimum ymiskum støðum, og tí verður m.a. kannað, um eldurin var ásettur.

[object Object](Mynd: EPA)

Saint-Pierre-et-Saint-Paul er ein av størstu gotisku dómkirkjunum í Fraklandi. Byrjað varð at byggja dómkirkjuna í ár 1434. Í 1891, 457 ár seinni, var arbeiðið liðugt.

Tað er ikki nógv meira enn eitt ár síðani, at eldur kom í Notre Dame dómkirkjuna í París, tá arbeiðsfólk vóru í ferð við at umvæla takið. Skaðin var stórur, og krevur dómkirkjan stórar umvælingar. M.a. skal hon hava eitt nýtt spír. Ætlanin er, at endurbyggingararbeiðið skal vera liðugt í ár 2024.

Sambært sløkkiliðnum er skaðin í hesum førinum ikki líka umfatandi, men orgulið í Saint-Pierre-et-Saint-Paul er fullkomiliga oyðilagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder