Innanlands

Framtakið fyri Kannabis næstan nokk av undirskriftum

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus sigur, at flokkurin hevur fingið ímillum 300 og 400 undirskriftir á ólavssøku

Mynd: Facebook/Hallur Hjalgrímsson Djurhuus

Mynd: Facebook/Hallur Hjalgrímsson Djurhuus

2018-07-31 20:00 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis er navnið á nýggjum flokki, ið ætlar sær at stilla upp á næsta løgtingsvalið. Flokkurin hevur til endamáls at legalisera kannabis og stovnari og valevni hjá flokkinum er Hallur Hjalgrímsson Djurhuus. Hann hevur áður greitt frá, at fyrsta málið hjá flokkinum er at gera kannabis loyvt sum heiluvág, men at flokkurin eftir at hetta málið er rokkið fer at arbeiða við at gera kannabis frítt til annað brúk eisini. 

Um ólavssøkuna arbeiddi flokkurin við at savna undirskriftir. Fyri at sleppa at stilla nýggjan flokk upp til løgtingsval skal ein flokkur sambært løgtingslóg um val til Løgtingið savna í minsta lagi 800 undirskriftir. Hallur Hjalgrímsson Djurhuus sigur, at flokkurin næstan er komin á mál. 

 - Tað hevur gingið ólukksáliga væl at savna undirskriftir inn á Ólavssøku. Vit hava ikki talt allar undirskriftirnar enn, men eg meti at vit hava fingið 300-400 undirskriftir bara á ólavssøku, sigur Hallur. Hann sigur at afturat hesum hevði flokkurin umleið 300 undirskriftir áðrenn ólavssøku og at flokkurin tí næstan er komin á mál við undirskriftainnsavnanini. 

 - Tað næsta verður at fáa allar undirskriftirnar góðtiknar og at skipa okkum betri sum flokk, greiðir Hallur frá.  

Enn er Hallur Hjalgrímsson Djurhuus einasti valevnið hjá flokkinum, men hann sigur at flokkurin hevur samband við fleiri onnur møgulig valevni, og at móttøkan fyri flokkinum hevur veirð góð. 

- Til tíðir komu fleiri fólk til okkum á ólavssøku og bóðu um at sleppa at skriva undir. Tað er týðiligt at tað eru nógv fólk, sum halda tað vera brúk fyri einum tílíkum flokki, sigur Hallur og leggur afturat, at flokkurin einans hevur sum endamál at legalisera kannabis, men at hettar verður útgreinað betur í eina valskrá tá flokkurin er vorðin meira skipaður og allar undirskrifturnar eru góðtiknar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder