Mentan

Framsýning av myndum eftir Ellen Dahl

Ella Dahl var sera virkin sum fotografur í nærum 60 ár, og í dag letur framsýning upp í Miðlatúni í Vági, har 330 myndir verða sýndar fram

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-06-23 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í samband við at Ellen Dahl – Ella, sum hon vanliga varð nevnd – hevði blivið 115 ár tann 20. Juni í ár, verður myndaframsýning í Miðlatúni í Vági við myndum, sum hon hevur tikið.

Ella Dahl var sera virkin í næstan 60 ár, sum fotografur. Hon hevði eitt stórt myndasavn, og allar myndirnar eru goymdar, og eru tær í dag talgildar. Rógvi Johansen hevur talgilt myndirnar.

Myndaframsýningin inniheldur ein lítlan partur av tí tilfari, sum er eftir Ellu, og 330 myndir verða sýndar fram. Nógv av tilfarinum, sum er eftir Ellu, eru glasplátur, sum viga 1,3 tons tilsamans, skrivar Vágs kommuna.

Myndaframsýningin letur upp í dag klokkan 16, og er hon opin til klokkan 18. Framsýningin stendur frammi til á ólavsøku, og er honopin tá Miðlatún hevur opið. Leygardagin og sunnudagin á jóansøku er myndaframsýningin opin frá klokkan 17 til 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder