Leygardagin varð løgreglan boðsend tvær ferðir til sama grannalag í høvuðsstaðnum, tí ein maður gekk og bankaði uppá hurðar.
Fyrra fráboðanin kom leygarmorgunin. Løgreglan kom á staðið, fekk eina lýsing av manninum men fann hann ikki, so tí kom ikki meira burturúr málinum tá.
Men um kvøldið ringdi ein annar fráboðari úr sama grannalagi til løgregluna. Boðað varð frá, at ein ókendur, rúsdrekkaávirkaður maður var komin inn á ein bústað og vísti hóttandi atburð.
Løgreglan kom á staðið, og mett varð, at maðurin var ávirkaður og hevði tørv á sálarliga hjálp. Hann hevði bæði framt herverk og harðskap.
Maðurin, sum vísti seg at vera sami maður, sum ringt var um leygarmorgunin, varð handtikin og innlagdur á psykiatriska deplinum, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald