Uttanlands

Frakland: Vilja krevja at heilsustarvsfólk verða koppsett

Franska tjóðartingið hevur samtykt lógaruppskot um at gera tað til krav, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyri koronu, og at tey flestu skulu vísa koronapass á almennum støðum – Uppskotið hevur elvt til stór mótmælistiltøk um alt landið

Soleiðis sá út í París leygardagin (Mynd: EPA)

Soleiðis sá út í París leygardagin (Mynd: EPA)

2021-07-26 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt samtykti franska tjóðartingið eitt lógaruppskot um at krevja, at heilsustarvsfólk verða koppsett fyri koronu, og at tey flestu skulu vísa koronapass á almennum støðum.

Samstundis sum Frakland stríðist við fjórðu smittubylgju, er krav, at fólk skulu vísa koronapass ella nýggja negativa koronakanning, um tey ynskja at sleppa inn á fornminnusøvn, í biograf, svimjihallir, náttklubbar og til konsert.

Síðan fyrst í august hevur koronapass longu verið krav á matstovum og skeinkistøðum.

Lógaruppskotið fer úr gildi 15. november, men tað skal tó fyrst góðkennast av einum stýrisskipanardómstóli, áðrenn tað verður galdandi. Kortini hevur uppskotið longu elvt til fleiri mótmæli um alt landið.

Eitt nú leygardagin mótmæltu túsundatals fólk í Paris, Marseille, Lyon, Nantes, Montpellier, og Toulouse. Tað vóru Gulu Vestarnir, sum skipaðu fyri.

Frakland stríðist í løtuni við Delta-frábrigdinum, og seinastu vikuna hevur landið skrásett yvir 22.000 smittutilburðir um dagin. Fyrst í hesum mánaðinum var talið uml. 4.000, skrivar Ritzau.

Í gjár høvdu 49,3 prosent av teimum 67 mió., sum búgva í Fraklandi, fingið fyrru koppsetingina fyri koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder