Uttanlands

Frakland setur nýtt met við fleiri enn 30.000 nýggjum smittutilburðum

Tað eru 8.000 tilburðir fleiri enn dagin fyri

Franski heilsumálaráðharrin, Olivier Veran, á tíðindafundi 14. oktober, tá nýggj tiltøk vórðu sett í verk í landinum. (Mynd: EPA)

Franski heilsumálaráðharrin, Olivier Veran, á tíðindafundi 14. oktober, tá nýggj tiltøk vórðu sett í verk í landinum. (Mynd: EPA)

2020-10-16 09:42 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fronsku heilsumyndugleikarnir boðaðu hósdagin frá, at talið á nýggjum smittutilburðum við koronu fyri fyrstu ferð var fari uppum 30.000. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Tilsamans vóru 30.621 tilburðir skrásettir í Fraklandi hósdagin. Tað er ein stór hækking í mun til mikudagin, tá 22.591 tilburðir vóru skrásettir. Eisini hækkaði talið á innleggingum og andlátum við koronu.

Tilsamans eru nú 809.684 koronutilburðir staðfestir í Fraklandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder