Uttanlands

Frakland bannar nýtslu av fartelefon í skúlanum

Eftir summarfrítíðina verður bannað at nýta fartelefonir í fronskum skúlum

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-07-31 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir

Mánadagin varð forboð móti nýtslu av fartelefon í skúlunum samtykt í Fraklandi.

Hetta kom ikki óvart á fólk, tí franski mentamálaráðharrin, Jean-Michel Blanquer boðaði nevniliga frá stutt fyri jól, at franska stýrið ætlaði at banna fartelefonir í fronsku skúlunum.

"Ætla vit at banna fartelefonir í fólkaskúlunum? Svarið er ja," segði hann tá, sambært DR.

Tað er longu bannað at hava fartelefonina frammi í tímunum í fronsku fólkaskúlunum, og fleiri skúlar hava longu bannað nýtslu av fartelefonum fullkomiliga.

Nýggja bannið kemur eftir ætlan í gildi eftir summarfrítíðina.

placeholder
placeholder