Mentan

Frændur á Summar Festivalin

Frændur spæla stóra 40 ára jubileumskonsert á Vágsbø

2024-04-11 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár fyllir Summar Festivalurin í Klaksvík 20 ár. Í ár eru eisini liðin 40 ár, síðani fyrsta plátan hjá bólkinum Frændum kom út. Hetta leggur upp til samstarv millum Føroya størsta tónleikatiltak og Føroya helst best umtókta tónleikabólk nakrantíð.

Frændur spæla stóra 40 ára jubileumskonsert á Summar Festivalinum í august.

Frændur fekk stórt gjøgnumbrot frá fyrsta degi, tá ið plátan "Saman við tær" kom út. Teir komu við einum nýggjum og fangandi úttrykki í føroyskum tónleiki. Teir høvdu nakað upp á hjartað, og teir gjørdu framúrskarandi sangir.

Frændur fingu veruliga luft undir veingirnar, góvu fleiri plátir út og fingu alt størri undirtøku. Teir hava skrivað sangir til stóru føroysku fjøldina. Sangir um kærleika, frið, samfelag og tíðaranda. Og hittini eru nærum endaleys. Sangir sum  “Føroyar”, “Mítt land”, “80’ini”, “Eros”, “Lívsmynd”, “Caissa”, “Dupultsong”, “Minnist tú gildið”, “Til tey stressaðu”, “Zelot” og fleiri.

Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe hava øll árini verið oddamenn í Frændum, og aftrat sær hava teir dugnaligar tónleikarar.

Nú koma Frændur á Vágsbø at spæla eina heilt serliga konsert.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder