2020-02-12 16:28
Fríggjadagin letur nýggjur handil við myndatøkutænastu upp á Strondum. Tað er Lydia Frederiksberg, sum letur upp handilin Myndin í hølunum hjá KT-fyritøkuni Qodio.
Myndin bjóðar myndatøku og prent til privata og vinnuliga marknaðin. Tað eru Lydia Frederiksberg og Jógvan Andersen, stjóri í Qodio, ið hava stovnað felagið.
Qodio og Myndin halda til í Strandatúni 1, har almenn móttøka verður seinnapartin fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald