Uttanlands

Forskúli verður á Tvøroyri næsta ár

Á býráðsfundi hósdagin í farnu viku samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt eitt tilmæli um stovnsetan av forskúla í kommununi frá komandi skúlaár

Tvøroyri (Savnsmynd)

Tvøroyri (Savnsmynd)

2022-10-03 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundi 29. september samtykti Tvøroyrar Býráð einmælt eitt tilmæli um stovnsetan av forskúla í kommununi frá komandi skúlaári.

Í mars samtykti býráðið eitt tilmæli frá Mentanarnevndini um at seta ein arbeiðsbólk at lýsa møguleikar og kanna fyrimunir og vansar við at skipa ein forskúla í kommununi.

Ein arbeisbólkur varð valdur at fyrireika forskúlan. Skúlin varð umboðaður við tveimum umboðum, barnaansingin við tveimum umboðum og kommunan við einum umboði.

Skipað verður fyri einum almennum kunnandi fundi mikudagin 5. oktober klokan 19 í Trongisvágs skúla fyri foreldrum at børnum, sum byrja í forskúla í august næsta ár, skrivar kommunan.

Meira forskúlan kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder