Amerikanski forsetin, Joe Biden, heitir nú at guvernørin í New York, Andrew Cuomo, um at leggja frá sær. Hetta hendir eftir at ein kanning er sett í verk at kanna skuldsetingar um, at guvernørurin skal hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur.
- Eg haldi, at hann eigur at fara frá, segði forsetin á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjár, skrivar Reuters.
Tað er ein frágreiðing frá løgmálaráðnum í statinum New York, sum staðfestir, at Andrew Cuomo skal hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur, teirra millum eru kvinnur, sum vóru í starvi hjá guvernørinum. Andrew Cuomo hevur víst øllum skuldsetingum aftur.
Eisini formaðurin fyri amerikanska umboðsmannatingið, demokraturin Nancy Pelosi, hevur heitt á partamann sín um at leggja frá sær.
Andrew Cuomo er 63 ára gamal. Hann hevur fyrr verið íbúðarráðharri undir Bill Clinton, forseta.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/08/04/890x590/1628056854st0gslrdv2.jpg)
Eldri mynd av Joe Biden og Andrew Cuomo, tikin meðan Biden var varaforseti í USA (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald