Uttanlands

Forsetin í Meksiko fingið covid-19

Andres Manuel Lopez Obrador boðar frá, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann fær viðgerð fyri sjúkuna

Meksikanski forsetin, Andres Manuel Lopez Obrador er bjartskygdur (Mynd: EPA)

Meksikanski forsetin, Andres Manuel Lopez Obrador er bjartskygdur (Mynd: EPA)

2021-01-25 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin boðaði forsetin í Meksiko, Andres Manuel Lopez Obrador, frá, at hann hevði fingið staðfest covid-19.

67 ára gamli forsetin sigur, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann fær viðgerð fyri sjúkuna.

– Sum altíð eri eg bjartskygdur, sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.

Meksikanski forsetin roykti nógv, inntil hann í 2013 fekk ein hjartatilburð. Síðan covid-19 kom til landið fyri tíggju mánaðum síðani, hevur hann noktað at brúkt munnbind alment.

Fleiri av starvsfólkum hansara hava eisini fingið staðfest covid-19 seinastu mánaðirnir, men Andres Manuel Lopez Obrador hevur hildið fast við, at heilsa hansara hevur verið góð, síðan hann gavst at roykja.

Nógvar atfinningar hava verið í sambandi við handfaring hansara av farsóttini. Sambært Johns Hopkins University hevur Meksiko skrásett 1,7 mió. smittutilburðir og nærum 150.000 andlát, men hóast hetta er undirtøkan fyri Andres Manuel Lopez Obrador vaksin undir farsóttini.

Lopez Obrador hevur ikki viljað sett strong tiltøk í verk, og í heyst fanst hann at fleiri londum í Evropa fyri at gera júst hetta. Ætlanin hjá meksikanska forsetanum hevur lagt dent á at økja um kapasitetin á sjúkrahúsunum at kanna og smittuspora. Avmarkingar hava verið avmarkaðar til ávísar statir fyri at forða fyri, at meksikanski búskapurin verður ov hart raktur.

Men stórt trýst er á sjúkrahúsini í Meksiko City orsakað av einum vaksandi tali á smittutilburðum. Seinastu vikuna eru eisini nærum 9.000 andlát skrásett í økinum. Tann ringasta vikan, sum higartil er skrásett.

Eftir ætlan fer Lopez Obrador í dag at tosa við russiska forsetan Vladimir Putin um eina møguliga avtalu um russiska koppingarevnið Sputnik V.

Í løtuni er tað einans koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech, sum verður brúkt í Meksiko, men Meksiko ynskir fleiri møguleikar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder