Innanlands

Føroysk vinnuferð til Suðurkorea

Endamálið er at tryggja Føroyum betri marknaðaratgongd og økja samstarvið við Suðurkorea innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning

Eyðdis Hartmann Niclasen umboðaði landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárð á Steig Nielsen, ið er upptikin av norðurlendskum fundum fyri fiskimálaráðharrar

Eyðdis Hartmann Niclasen umboðaði landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárð á Steig Nielsen, ið er upptikin av norðurlendskum fundum fyri fiskimálaráðharrar

2026-06-12 11:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uttanríkis- og fiskimálaráðið er í løtuni á ferð í Suðurkorea.

Endamálið við ferðini er at halda áfram við tilgongdini at menna sambondini millum londini við tí fyri eyga at tryggja Føroyum betri marknaðaratgongd og økja samstarvið innan vinnu, samhandil og samfelagsmenning.

Hetta skrivar uttanríkis- og fiskimálaráðið á heimasíðu sínari.

Á túrinum eru millum annað fundir á politiskum stigi. Føroyska sendinevndin hevur vitjað Busan Port, sum er størsta havnin í Suðurkorea og ein av teimum mest brúktu bingjuhavnunum í heiminum. Vitjað var eisini á HD Hyundai Heavy Industries, ein av størstu skipasmiðjunum í heiminum.

Sambært ufmr.fo hevur ferðin hevur styrkt sambondini millum Føroyar og Suðurkorea og givið innlit í bæði vinnulig, politisk og samfelagslig viðurskifti í einum av fremstu búskapum í Asia.

[object Object]

Eyðdis ístaðin fyri Bárð

Eitt heldur serstakt við túrinum er, at i landsstýrismanðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum ikki er við.

Bárður á Steig Nielsen er upptikin av norðurlendskum fundum fyri fiskimálaráðharrar.

Í hansara stað hevur floksfelagin og landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen verið á odda fyri ferðini í Suðurkorea, umboðandi landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Ferðin er eitt samstarv við Vinnuhúsið, har ið vinnuumboð og umboð fyri Klaksvíkar kommunu og SEV eisini luttaka.   


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder