Innanlands

Føroyingur byggir størsta uppsjóvarskip í danska flotanum

Føroyingurin Gullak Madsen hevur búð í Hirtshals síðan 1988, og seinni í ár yvir tekur hann størsta uppsjóvarskipið í danska flotanum

Gullak Madsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Gullak Madsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-24 08:21 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Talan verður um ein nýbygning, sum er knappar 90 metrar langur, og heili 17 metrar breiður. Sáttmálin varð undirskrivaður 12. november í 2019, og nýbygningurin skal eftir ætlan latast reiðarínum Ruth AS í juli í ár.

Hetta er annar nýbygningurin, sum Gullak Madsen letur byggja, og eins og undanfarni nýbygningurin, er tað Karstensens Skibsværft í Skagen, sum hevur staði fyri sniðgevingini, og byggingini. Skrokkurin er júst sjósettur í Gdynja í Pólandi, og skal nú sleipast til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.

[object Object](Mynd: Karstensens Skibsværft)

Talan er um eitt framkomið uppsjóvarskip, sum hevur alla ta nýggjastu tøknina, og bestu køliskipanina, sum man fær í dag, so í alt er talan um eitt sera framkomið uppsjóvarskip, sum Gullak Madsen fær handað í summar.

Í Blaðnum Vikuskifti er gjøgnumgongd av øllum skipunum, sum Gullak Madsen hevur átt síðani hann byrjaði í 1988.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder