Innanlands

Føroyingur á odda fyri umstríddari høgrarørslu

Fróði Midjord, føddur í Føroyum og uppvaksin í Svøríki, oddamaður fyri rørslu, sum roynir at verja hvíta fólkið móti fremmandari ávirkan

Fróði Midjord

Fróði Midjord

2019-11-18 14:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein høgravend rørsla, sum skipar fyri politiskum kjakfundum kring um í Skandinavia hevur gjørt um seg í seinastuni og fingið uppmerksemi í miðlunum.

Rørslan kallast Scandza Forum, og stovnari er føroyingurin Fróði Midjord.

Í seinastu útgávu av Weekendavisen var longri reportasja frá einum fundi, sum Fróði Midjord skipaði fyri í Oslo.

Tað serliga við hesum tiltaki var ikki bara, at stórur hópur av antifasistum møttust uttan fyri hølið at mótmæla tiltakinum, men eisini, at norska trygdarløgreglan noktaði høvuðsrøðaranum, amerikanaranum Greg Johnson, innfarðarloyvi til Noregs.

Hatta varð gjørt av trygdarávum tí tað kundi elva til ófrið í býnum um hann slapp at røða á fundinum, ljóðaði almenna frágreiðingin.

Fróði Midjord hinvegin sigur, at talan er um brot á rættin at tala frítt. Tað var politiski boðskapur hansara, sum var orsøkin til, at Greg Johnson varð støðgaður í passeftirlitinum og vístur úr landinum aftur, sigur Fróði Midjord.

Sambært norskum miðlum, hevur umrøddi Greg Johnson fyrr á skrift vart norska yvirgangsmannin Anders Behring Breivik, sum stóð fyri hópdrápunum í Oslo og Utøya í 2012, og hetta skal vera orsøk til, at ansað verður serliga væl eftir honum.

Scandza Forum dylir ikki fyri, at rørslan virkar fyri at verja hvíta fólkið móti fremmandari ávirkan. Men endamálið við Scandza er at skipa fyri friðarligum kjaktiltøkum, har tosað verður um politik ofra á einum intellektuellum akademiskum støði.

Í umrøðuni í Weekendavisen verður Fróði Midjord lýstur sum ein 36 ára gamal føroyingur. Hann er føddurí Føroyum, men uppvaksin í Svøríki har hann hevur lisið heimsspeki.

Hann sigur seg vera ein verja móti fjølmentanini – multikulturalismuni, sum sambært Fróða Midjord førir til eitt nihilistiskt og hedonistiskt samfelag, sum hann ikki er áhugaður í.

- Eg eri ikki trúgvur móti einum stati, men móti lagnuni hjá einum fólki. Og eg haldi at vit í Skandinavia eru saman um hesa lagnu, sigur hann við Weekendavisen.

Tá Fróði av tíðindamanninum hjá Weekendavisen verður spurdur um, Scandza ikki er ein fasistisk rørsla, eftir sum fleiri nasistar eru møttir á fundinum, svarar Fróði Midjord.

- Scandza Forum er ikki ein felagsskapur, og er vænti ikki, at fólk, ið koma at luttaka her, hava somu politisku sannføring, sum eg havi. Vit eru ein kjakstaður. Eg vænti heldur ikki, at framløgufólkini hava somu áskoðan sum eg. Tað, eg havi til felags við framløgufólkini er, at hetta eru evni, sum tað hevur týdning at kjakast um, sigur Fróði Midjord við Mads Staghøj, tíðindamann hjá Weekendavisen.

Umrøddi fundurin í Oslo, sum varð hildin 2. november kallaðist ”The Scandza Forum on Human Biodiversity”, eitt dømi um at hesin høgravendi felagsskapurin hevur dugað at brúka hugtøk hjá grønu veðurlagsrørslunum at pakka sín politiska boðskap inní.

Fróði Midjord er vertur í einum kjak podcasti, sum kann síggjast á YouTube, kallað ”Guide to Kulchur”.

Herundir greiðir Fróði Midjord luttakarunum á Scandza Forum frá hví høvuðsgesturin ikki kundi vera til staðar:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder