Mentan

Føroyingar væl móttiknir á Iceland Airwaves

Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir, og Kóboykex framførdu á íslendska festivalinum um vikuskiftið, og var móttøkan betri, enn tey høvdu væntað, sigur Glenn Larsen, leiðari fyri FAroe Music Export

Guðrið Hansdóttir á Iceland Airwaves (Mynd: Odysseas Chloridis)

Guðrið Hansdóttir á Iceland Airwaves (Mynd: Odysseas Chloridis)

2022-11-07 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið framførdu fimm føroysk nøvn á íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves, og fingu teir av álvara sett sítt fingramerki á ársins festival, bæði hvør sær og sum ein føroysk eind, skrivar Faroe Music Export, FMX í tíðindaskrivi.

Tey føroysku nøvnini, sum framførdu á festivalinum vóru Janus Rasmussen, Brimheim, Marius DC, Guðrið Hansdóttir, og Kóboykex.

[object Object]
Brimheim (Mynd: Odysseas Chloridis)

Festivalurin gekk fyri seg í døgunum 3. til 5. november, og fyriuttan at hava øll fimm nøvnini á sama palli fríggjadagin, spældu øll eisini eina eyka konsert annaðhvørt hósdagin ella leygardagin.

Eisini varð skipað fyri móttøku í samstarvi við G! Festivalin, fyri miðlum og øðrum í tónleikavinnuni, og var uppmøtingin sera góð. Tað var eisini meira ella minni fult hús, tá føroysku framførslurnar vóru á skránni.

[object Object]
Janus Rasmussen (Mynd: Odysseas Chloridis)

Um upplivingina siga tey í Kóboykex m.a. soleiðis:

– Tað var fantastiskt! Vit í Kóboykex væntaðu ikki at tað kundi ganga so mikið væl. Longu áðrenn konsertirnar hevði BrooklynVegan og Paste Magazine skrivað um bólkin. Tveir risamiðlar í tónleikaíðnaðinum. Ein lítil fuglur nevndi eisini at Clash Magazine, Dork Magazine, Rolling Stone, og NME vóru til staðar til konsertina.

[object Object]
Kóboykex (Mynd: Odysseas Chloridis)

Eisini Marius DC hugtók áskoðarafjøldina, og varð hann av fleiri nevndur eitt jaligt yvirraskilsi.

Sjálvur sigur Marius soleiðis:

– Fríggjakvøldið í Iðnó var lætt tann besta konsertin eg nakrantíð havi havt. Iceland Airwaves hevur veri ómetaliga spennandi fyri meg og mín bólk, við tveimun fantastiskum konsertum, og einari rúgvu av nýggjum sambondum.
Luturin, ið FMX tók í at fáa hendan túrin at henda, var ómetaligur. Framtíðin sær spennandi út fyri Marius DC aftaná Iceland Airwaves.

[object Object]
Marius DC (Mynd: Odysseas Chloridis)

Leiðarin fyri FMX, Glenn Larsen sigur seg ikki ivast í, at føroysku framførlsurnar á Iceland Airwaves fer at hava týdning fyri føroyskan tónleik.

– Tey fimm listafólkini kláraðu seg ómetaliga val, og áhugin frá altjóða sendinevndum, miðlum og áskoðarunum var betri, enn vit høvdu torað at vóna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder