Innanlands

Føroyingar tvíbýttir um el-rennihjólini

Atkvøðugreiðsla á Portalinum vísir at ein lítil meiriluti heldur, at nógv umrøddu el-hjólini seinastu dagarnar eiga at verða loyvd

(Mynd: Kringvarpið)

(Mynd: Kringvarpið)

2021-08-04 19:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gingu ikki nógvir tímar frá at Hopp Tórshavn í síðstu viku koyrdi 50 el-rennihjól út á gøturnar í høvuðsstaðnum til, at løgreglan hevði tikið øll inn á støðina, har tey framvegis eru.

Teir tímarnar tænastan var tøk fekk tænastan 230 føroyskar brúkarar sum koyrdu 240 túrar hendan dagin.

Í dag hevur borið til at givið sína meining til kennar um el-rennihjólini hja Hopp Tórshavn. Á Portalinum hevur í dag verið atkvøðugreiðsla, har til bar at svara um rennihjólini eiga at verða loyvd í Føroyum ella ikki.

Næstan 3800 brúkarar hava atkvøtt, og ein lítil meiriluti, 54 prosent av teimum halda at tað eigur at vera loyvt. 46 prosent halda ikki at tey eiga at vera loyvd.

Løgreglan hevur tikið rennihjólini á støðina tí tey eru at rokna sum procketbikes - lítlar breytmotorsúkklur – sum eru ólógligar í Føroyum.

Enn er eingin loysn funnin í málinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder