Innanlands

Føroyingar í Danmark kunnu fáa ókeypis koppseting fyri koronu

Heilsumálaráðharrin staðfestur í svari uppá fyrispurning frá Sjúrða Skaale, at allir persónar við bústaði í Føroyum, sum fyribils uppihalda seg í Danmark, hava rætt til koppseting.

Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingið

Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingið

2021-04-20 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í februar gjørdu danir aftur eina broyting í Epedimilógini. Nýggja kunngerðin í L134 tryggjar millum annað persónum við bústaði í Føroyum, ið fyribils eru í Danmark, rætt til ókeypis koppseting fyri koronu.

Hetta staðfestir heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke í svari uppá fyrispurning frá fólkatingsliminum Sjúrða Skaale. Tað upplýsir Javnaðarflokkurin á Fólkatingið í tíðindaskrivi í dag. 

Broytingin í L134, sum kom í gildi 1. mars, hevði við sær, at grein 158 b kom í sokallaðu "Sunhedsloven". Hon sigur, at ávísir persónar sum uppihalda seg í Danmark í einum tíðarskeiði undir farsóttini, kunnu verða koppsett ókeypis, og harvið eru reglurnir tær somu sum fyri fastbúgvandi borgarar.

Herundir koma millum annað føroyingar og grønlendingar, ið jú eru danskir ríkisborgarar. Í hesum bólkinum eru millum annað eisini fólk, ið søkja friðskjól.

Til ber at lesa spurning og svar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder